Vígdis Bjarnadóttir
Vígdis Bjarnadóttir

Vígdis virkandi býarbókavørður

Stutt tíðindi
Rithøvundur: Svend Højgaard
06.08.21
Vígdis Bjarnadóttir tekur við sum virkandi býarbókavørður fyri Vónbjørt Vang, býarbókavørð, sum fer í farloyvi fram til í mars 2022.

Vígdis, sum frammanundan er varaleiðari og 1. bókavørður, tekur við frá 1. august í ár.

Vónbjørt Vang er eisini rithøvundur. Hon hevur fingið starvsløn frá Mentanargrunni landsins, og er tað í hesum sambandi, at hon fer í farloyvi frá 1. august til mars 2022.

Vit ynskja bæði Vónbjørt og Vígdis góða eydnu við nýggju avbjóðingunum.