Skrivikafé og verkstaður
Skrivikafé og verkstaður

Skrivikafé hvønn sunnudag í vetur

Stutt tíðindi
Rithøvundur: Svend Højgaard
26.09.22
Skrivikafé hvønn sunnudag í vetur. Skriviverkstova verður einaferð um mánaðan við ymsum høvundum.

Gongur tú við einum rithøvundi í búkinum, ella vilt tú menna títt skrivikynstur í felag við onnur, so hevur tú nú møguleikan, tí Býarbókasavnið fer nú undir at skipa fyri skrivikafé og regluligum skriviverkstovum.

Skrivikaféin er fyri øll, sum hava hug at skriva, uttan mun til aldur, skriviførleika og hvat slag av teksti, tú skrivar. Skrivikaféin er opin hvønn sunnudag kl. 14-17, har tú fært høvi at menna tínar skriviførleikar og hitta onnur, sum skriva.

Einaferð um mánaðin koma høvundar og ritstjórar at vegleiða og tosa um skrivikynstrið.

Fyrsta skriviverkstovan er sunnudagin 2. oktober. Tá kemur Vónbjørt Vang, býarbókavørður og høvundur, at leggja lag á. Evnið er: Hvussu komi eg í gongd við at skriva?
 

GG!

Um undirtøkan er góð, er møguleiki fyri at stovna egnar skrivibólkar, har til ber at fáa íblástur og lesivegleiðing frá hvørjum øðrum. Um áhugi er fyri tí, verður lagt upp til at enda við einum upplestrartiltaki á Býarbókasavninum, har tey, ið hava hug, kunnu vera við til eitt upplestrartiltak.

Hvar er tað?

Á 1. hædd á Býarbókasavninum.

Hvat kostar tað?

Einki.

Hvønn er tað fyri?

Øll, sum hava hug at menna sítt skrivikynstur. Eisini tey, sum ongantíð hava skrivað áður.

Hvat skal eg hava við?

Eina notesbók og ein penn.