Skriviverkstova 24/11 2024
Skriviverkstova 24/11 2024

Um tiltakið

Tíð
14:00 - 17:00
Kostnaður
Ókeypis
Bókasavn
Málbólkur

Skriviverkstova

Skriviverkstova tveir sunnudagar í heyst. Ein rithøvundur kemur at leggja lag á fyrsta tíman, og so skrivar tú fyri rest.

Gongur tú við einum rithøvundi í búkinum, ella vilt tú menna títt skrivikynstur saman við øðrum? Býarbókasavnið fer nú aftur undir at skipa fyri skriviverkstovum.

Skriviverkstovan er fyri øll, sum hava hug at skriva, uttan mun til aldur, skriviførleika og hvat slag av teksti, tú skrivar. Skriviverkstovan er opin sunnudagarnar 27/10 og 24/11 2024 kl. 14-17. Har fært tú høvi at menna tínar skriviførleikar og at hitta onnur, sum skriva.

Hvørja ferð koma rithøvundar at vegleiða og tosa um skrivikynstrið.

Hvar er tað?

Á niðastu hædd á Býarbókasavninum.

Hvat kostar tað?

Einki.

Hvønn er tað fyri?

Øll, sum hava hug at menna sítt skrivikynstur. Eisini tey, sum ongantíð hava skrivað áður.

Hvat skal eg hava við?

Eina notesbók og ein penn. Telda ella skrivimaskina kann eisini brúkast.