Leyst starv
Leyst starv

Leyst starv á bókasavninum

Stutt tíðindi
Rithøvundur: Kristina Petersen
03.03.20
Søkt verður eftir einum starvsfólki til Býarbókasavnið at arbeiða 27 tímar um vikuna frá 1. mai 2020 at rokna

Høvuðsuppgávurnar fevna um klárgering av bókasavnstilfari, einamest plasting av bókum. Harumframt skalt tú arbeiða í avgreiðsluni, har tú skalt taka ímóti viðskiftafólki og veita teimum ymiskar tænastur. Arbeitt verður í vaktum, umframt eisini ávísar leygar- og sunnudagar. Sum starvsfólk tekur tú eisini lut í øðrum skiftandi uppgávum á stovninum.

FØRLEIKAR
Tú skalt hava gott handalag, hava teldukunnleika á brúkarastøði, vera fyrikomandi og tænastusinnað/-ur, soleiðis at viðskiftafólk altíð kenna seg í góðum hondum.

SETANARTREYTIR
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið.

UMSÓKNIN
Umsóknin skal, saman við møguligum prógvum og viðmælum, sendast til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi mánadagin 16. mars 2020 kl. 12.00. Merk umsóknina „Starvsfólk til Býarbókasavnið“.

Fyrispurningar um starvið kunnu setast Vónbjørt Vang, býarbókavørði, á vonbjortv@bbs.fo og Fridu Kunoy, avgreiðslusamskipara, á frida@bbs.fo, ella við at ringja 302030.

Tilfar