Jólasøgur í desember
Jólasøgur í desember

Jólasøgur og -prýði til børn og familjur

Stutt tíðindi
Rithøvundur: Svend Højgaard
29.11.21
Hugnaligt og friðsælt tiltak til børn og barnafamiljur

Tríggjar ferðir í desember fáa vit vitjan av Mariann Hansen, sum fer at lesa jólasøgur á barnabókasavninum. Mariann hevur valt tríggjar góðar barnasøgur, sum hóska til smærri børn og teirra familjur.

Hvønn dag í jólamánaðinum er eisini møguleiki, at gera sítt egna jólaprýði á barnabókasavninum. Pappír, saksar og lím liggja frammi, sum vitjandi kunnu brúka. 

Sum vanligt á bókasavninum er ókeypis atgongd og øll eru vælkomin.

Vit ynskja øllum børnum og teirra vaksnu fólkum ein góðan jólamánað.

Frámerki