Býarbókasavnið 50 ár - brot úr søguni
Býarbókasavnið 50 ár - brot úr søguni

Býarbókasavnið í 50 ár

Stutt tíðindi
Rithøvundur: Vónbjørt Vang
08.07.19
Nýggj bók um Býarbókasavnið

Býarbókasavnið í Havn hevði 50 ár á baki 5. apríl 2019. Nú er bók komin út, ið er ein spennandi og til tíðir skemtingarsom og undrunarverd frásøgn um eitt bókasavn miðskeiðis í havnargøtum, sum hevur verið so mongum havnarborgarum og øðrum við eitt serstakt stað, og sum hevur ment seg til tað nútímans bókasavn, tað er í dag.

Bókin vendir sær bæði til teirra, sum minnast Býarbókasavnið, sum tað var, og til okkum onnur, sum bert kenna samtíðarsøguna hjá bókasavninum. Bókin vendir sær til allar havnarborgarar, starvsfólk, politikarar og embætisfólk og til øll onnur áhugað, sum vilja kenna søguna hjá Føroya størsta fólkabókasavni hesi 50 árini, bókasavnið hevur virkað og ment seg.

Tað er Anna M. Brimnes, fyrrverandi býarbókavørður, sum hevur skrivað bókina, og ritstjórnað hava Johanna Cathrina Mørkøre og Randi Nolsøe.

Bókin kostar 200 krónur og er at fáa á Býarbókasavninum og í bókahandlum kring landið.