Blind date við einari bók

Stutt tíðindi
Rithøvundur: Svend Højgaard
14.02.22
Tak kjansin! Læn eina bók uttan at kenna heiti ella rithøvund.

Í sambandi við valentinsdagin tann 14. februar hava vit gjørt eina øðrvísi bókaframsýning. Vit hava pakkað bøkur inn og skrivað nøkur evnisorð uttan á pappírið. Hetta eru so tær upplýsingarnar, sum tú hevur at taka støðu út frá. 

Men stúr ikki. Tú kanst lættliga taka kjansin, tí um tær kortini ikki dámar bókina, so kanst tú lata hana inn aftur, uttan at nakar gerst firtin.

Góðan valentinsdag!