Mamma Mu
Mamma Mu
Barnaval 2022
Barnaval 2022
Barnaval 2022
Barnaval 2022

Barnaval 2022

Stutt tíðindi
Rithøvundur: Hanne Magnussen
20.12.22
Valúrslit fyri øll valstøðini

Í alt 599 børn greiddu atkvøðu á teimum 5 valstøðunum. Valrætt høvdu allir borgarar, sum vóru ómyndugir og yngri enn 13 ár seinasta valdagin 8. desember 2022.

Leingi sá út til, at djóravinurin Álvur Ákason fór at fáa flest atkvøður hesaferð, men tá úrslitið frá Bókasavninum við Løkin kom, var greitt, at Mamma Mu stóð eftir sum vinnari. Nú verður spennandi, um hon fær undirtøku fyri, at svimjihøll skal vera í hvørjari bygd, og í so fall, nær gongd kemur á byggingina.

Tilfar