Álvur Ákason vann á Býarbókasavninum
Atkvøðuseðlarnir frá barnavalinum á Býarbókasavninum vóru upptaldir í dag, og tað vístu seg skjótt, at vallyftini hjá Álvi Ákasyni og Mamma Mu høvdu rakt væl.
Mamma Mu var tætt í hølinum á honum við 36 atkvøðum. Hon lovaði at arbeiða fyri, at svimjihallir skulu vera í øllum bygdum.
47 Álvur Ákason
36 Mamma Mu
25 Dunnuungin Pu
25 Lítla Skrímsl og Stóra Skrímsl
18 Lítli Froskur
16 Mosalisa
11 Langa Lina Langomma
5 Alda
6 ógildigar
Í alt 189 atkvøður
Nú verður spennandi, um Álvur Ákason eisini stendur sum vinnarin, tá allar atkvøðurnar kring landið eru upptaldar.
Skúlar, barnagarðar og bókasøvn, sum hava luttikið í barnavalinum, eru vælkomin at senda teirra valúrslit til okkum, so vit kunnu gera eina samanteljing og síggja, um tað broytir nakað í tí endiliga úrslitinum.