Artotekið
Artotekið

Artotekið latið upp

Stutt tíðindi
Rithøvundur: Svend Højgaard
07.10.22
Læn listaverk heim við

Nú hava lánarar á Býarbókasavninum møguleika at læna sær eitt listaverk heim við.

Sum nakað nýtt hevur Býarbókasavnið nevniliga sett á stovn eitt lítið artotek, sum er eitt savn av grafiskum listaverkum, sum eru til útláns, eins og bøkur, filmar og annað bókasavnstilfar.

Við vælvild frá listafólkunum hevur bókasavnið fingið loyvi at læna myndirnar út. Lánitíðin er tríggir mánaðir í senn, og til ber at endurnýggja lánið eina ferð, um myndin ikki er reserverað. Av tí at artotekið enn ikki er so umfatandi, kanst tú bert læna tvær myndir í senn.

Frámerki