eReolen App
eReolen App

Appin til eReolen riggar aftur

Stutt tíðindi
Rithøvundur: Hanne Magnussen
21.01.21
E-bøkurnar kunnu lesast á PC og Mac, og tú kanst heinta appir til snildtelefon og teldil, bæði iPhone/iPad og Android. Øll, sum eru skrásett sum lánarar á Býarbókasavninum, kunnu nýta eReolen.
Reserveringar
Skalt tú reservera í eReolen, skalt tú tryggja tær, at tú IKKI hevur givið eReolen telefonnummar títt. Far inn í Brugerindstillinger í appini og strika telefonnummarið ella flugubeinið út fyri telefonnummar.
Samstundis skalt tú tryggja tær, at tú hevur sett eina galdandi teldupostadressu inn, har tú fert at fáa boð, tá reserveraða tilfarið er tøkt.
Frámerki