Aftur eitt bindiskeið
Stutt tíðindi
Rithøvundur: Svend Højgaard
20.04.22
Góða undirtøkan fær okkum at seta triðja bindiskeiðið á skrá
Eftir tvey sera væl umtókt bindiskeið í februar hava vit bjóðað Sáru á vitjan aftur at hava bindiskeið.
Innihaldið hesuferð verður øðrvísi enn seinast. Vit fara at binda hol- og strukturmynstur. Eisini fara vit at læsa av við nál og binda raglan.
At hava við:
- stokkar uml. nr. 4
- hóskandi tógv, minst tveir ymiskar ljósar litir
- stoppinál og saks
Skeiðið er ókeypis, men tilmelding er neyðug.
Tú kanst boða frá luttøku í avgreiðsluni við at koma inn á gólvið, ringja 302030 ella senda teldupost til bbs@bbs.fo (GG: Hesuferð er ongin tilmelding er á Facebook)
Tá 35 luttakarar hava meldað til, er skeiðið fullteknað.
Frámerki
Tilfar