Spælikvøld á Býarbókasavninum hvørt leygarkvøld
Spælikvøld á Býarbókasavninum hvørt leygarkvøld

Um tiltakið

Tíð
17:00 - 23:00
Kostnaður
Ókeypis
Bókasavn
Málbólkur

Tabletop Føroyar - KAPPING

Leygarkvøldið og sunnukvøldið er serlig kapping á skránni.

Table Top Føroyar skrivar soleiðis um kappingina:

Ringl, skot og rok verður á Býarbókasavninum tann 11. og 12.mars, tí tá verður nemliga ein chill Warhammer 40K Kill Team kapping.

Tilmelda teg á tilmeldingarsíðuni:
tabletop.fo/product/kill-team-kapping

Hevur tú eitt toymi heima, ið tú brennir eftir at royna?
Kom so oman og dystast, og verð við í kappingini um at vinna eitt Kill Team toymi eftir egnum vali.

Tað er ikki neyðugt at vera ein garvaður veteranur - hevur tú ongantíð roynt Kill Team áður, so læra vit teg á staðnum.

Eisini verður best málaða toymið kosið.

Vit síggjast á vígvøllinum tann 11. og 12. mars klokkan 17:00!
Tilmeldingarfreistin er 4. mars og har er avmarkað pláss.

Meira kunning fæst á á tilmeldingarsíðuni:
tabletop.fo/product/kill-team-kapping