Tabletop Føroyar 3 ár
Stutt tíðindi
Rithøvundur: Svend Højgaard
21.06.23
Køka verður at fáa á bókasavninum komandi leygarkvøld
Í sambandi við at borðspælsfelagið Tabletop Føroyar verður 3 ár tann 25. juni í ár, bjóðar felagið lagkøku á borðspælskvøldinum á Býarbókasavninum leygardagin tann 24. juni.
Øll eru vælkomin, og byrjað verður kl. 17.00.
Býarbókasavnið takkar fyri gott samstarv og ynskir felagnum hjartaliga til lukku við degnum.
Frámerki