
Søla av brúktum bókum
Um tiltakið
Tíð
10:00 - 20:00
Kostnaður
Ókeypis
Bókasavn
Málbólkur
Søla av brúktum bókum
Kom og ger kvettið! Brúktar bøkur fáast fyri lítið og lætt.
Manglar tær okkurt til hillarnar har heima? Ella eina gávu til ein vin? Bókasavnið stendur at bresta við góðum bókum, og fara vit tí enn einaferð at skipa fyri bókasølu.
Kom inn á gólvið á bókasavninum í vanligu upplatingartíðini, har tú kanst keypa brúkt bókasavnstilfar sera bíliga.
Hetta er ein sokallað hollendsk bókasøla, har prísirnir lækka hvønn dag.
Frá 12. oktober til 17. oktober 2022
Mikudag: 20,- hvør bók
Hósdag: 15,- hvør bók
Fríggjadag: 10,- hvør bók
Leygardag: 5,- hvør bók
Sunnudag: allar bøkur ókeypis
Mánadag: allar bøkur ókeypis
Vælkomin!
Frámerki