Søla av brúktum bókum
Søla av brúktum bókum

Søla av brúktum bókum

Stutt tíðindi
Rithøvundur: Svend Højgaard
07.06.23
Kom og ger kvettið!

Brúktar bøkur fáast fyri lítið og lætt.

Manglar tær okkurt til hillarnar har heima? Ella eina gávu til ein vin? Bókasavnið stendur at bresta við góðum bókum, og tí skipa vit enn eina ferð fyri bókasølu.

Kom inn á gólvið á bókasavninum í vanligu upplatingartíðini, har tú kanst keypa brúkt bókasavnstilfar sera bíliga.

Hetta er ein hollendsk bókasøla, har prísurin lækkar hvønn dag.

Vælkomin!

Prísurin lækkar hvønn dag:

  • Mikudag: 20 kr/stk
  • Hósdag: 15 kr/stk
  • Fríggjadag: 10 kr/stk
  • Leygardag: fyll posan fyri 10 kr
  • Sunnudag til hósdag 11. til 15. juni er alt ókeypis!
Frámerki