
Søla av brúktum bókum
Um tiltakið
Tíð
10:00 - 20:00
Kostnaður
Ókeypis
Bókasavn
Málbólkur
Søla av brúktum bókum
Kom og ger kvettið! Brúktar bøkur fyri lítið og lætt.
Manglar tær okkurt til hillarnar har heima? Ella eina gávu til ein vin? Bókasavnið stendur at bresta við góðum bókum, og fara vit tí enn einaferð at skipa fyri bókasølu.
Kom inn á gólvið á bókasavninum frá týsdegnum 19. oktober til mánadagin 25. oktober í vanligu upplatingartíðini, har tú kanst keypa brúkt bókasavnstilfar sera bíliga.
Hetta er ein sokallað hollendsk bókasøla, har prísirnir lækka hvønn dag:
Týsdag 20 kr/stk
Mikudag 15 kr/stk
Hósdag 10 kr/stk
Fríggjadag 5 kr/stk
Leygardag fyll posan fyri 10 kr
Sunnudag fyll posan fyri 10 kr
Mánadag alt er ókeypis
Vælkomin!
Frámerki