
Ranvør og Kári á BBS
Um tiltakið
Tíð
15:00 - 16:00
Kostnaður
Ókeypis
Bókasavn
Málbólkur
Ranvør og Kári á barnabókasavninum 20. nov. kl.15.00.
Ranvør lesur og Kári syngur á Barnabókasavninum.
Leygardagin tann 20. november kl. 15 verður eitt hugnaligt barna- og familjutiltak á Býarbókasavninum. Ranvør Isholm lesur nýggju barnasøguna Hilda og Monsi og Kári Sverrisson syngur og spælir á gittara.
Ranvør Isholm hevur sjálv skrivað bókina Hilda og Monsi, sum kom út fyrr í ár. Haraftrat hevur hon skriva bókina Alda, sum kom út í 2015. Kári Sverrisson er væl kendur sangari og sangskrivari, og framførir javnan fyri og saman við børnum.
Tiltakið er partur av Bókadøgunum, sum Norðurlandahúsið í Føroyum skipar fyri frá 15. til 21. november.
Verið vælkomin til eina hugnaliga løtu á barnabókasavninum. Atgongd er ókeypis.
Frámerki