Samrøða við Jón Thorsteinsson
Triðja rithøvundaprátið verður við Jón Thorsteinsson.
Tilnevndu skaldsøgurnar í ár eru:
Summarið varar ikki alt árið longur eftir Katrina Ottarsdóttir
Skaldsøgan byggir víðari á skaldsøguna Gentan í verðini. Innhugsna gentan gongur nú í Hoydølum og roynir at fóta sær á gáttini til vaksnamannalívið og í lívinum har heima, har dagarnir og næturnar eru merkt av ótryggleika.
Saga JAM eftir Høgna Mohr
Rithøvundurin lýsir syndarligu lagnuna hjá Jan-Allan Müller. Hann varð føddur í Havn í 1969 og vaks upp sum einabarn í Vági. Mamma Jan-Allan var sjúk, og pápin drakk illa, men í fótbóltinum fann Jan-Allan eitt frírúm. Ein søga um langtan og stórar dreymar.
Tám eftir Jón Thorsteinsson
Í skaldsøguni flytur Anja aftur til Føroya við soni sínum, og tey royna at fóta sær á bústaðarmarknaðinum í høvuðsstaðnum. Seinni vísir tað seg, at vandar liggja og lúra. Teir hótta tann nýggja kærleikan í hesi søguni um broytingar, strembanir og brotsgerðir.