Mentanarnáttin 2023
Mentanarnáttin 2023

Um tiltakið

Tíð
9:00 - 20:00
Kostnaður
Ókeypis
Bókasavn
Málbólkur

Mentanarnáttin 2023

Bókaframløga, myndaframsýning, rundvísingar og leingi opið.

Vit lata upp sum vanligt klokkan 9 á morgni. Mentanarnáttina leingja upplatingartíðina til kl 20. 

Klokkan 17 verður bókaframløga:

17.00 Vónbjørt Vang bjóðar vælkomin vegna forlagið Verksmiðjuna
17.05 Beinir Bergsson og Rannvá H. Glerfoss lesa upp
17.15 Kim Simonsen lesur upp
17.25 Ivan Niclasen hevur samrøðu við Kim Simonsen um nýggju bókina
17.40 Okkurt leskandi verður at fáa, og til ber at ogna sær eitt signerað eintak av bókini eftir Kim Simonsen

Kl. 17-20 Havnarmyndir eftir Janus D. Guttesen verða sýndar fram á veghæddini.

Kl. 9-20 Bókavørðir vísa runt og kunna um møguleikar og tænastur á Býarbókasavninum.

Vit ynskja øllum eina góða mentanarnátt.