Til vaksin

Lesiringarnir byrja aftur

Stað
Býarbókasavnið
Kom og ver við í einum lesiringi!

Dámar tær væl at lesa bøkur? Og vilt tú fegin práta við onnur um tína lesiuppliving? So kom og ver við í einum lesiringi.

Mánakvøldið 7. september kl. 18.30–20.00 hittast lesiringarnir aftur fyrstu ferð eftir summarfrítíðina.

Onkrir av verandi lesiringunum halda fram, og nýggir lesiringar verða eisini stovnaðir.

Bókavørðirnir leggja lag á og geva íblástur til bøkur, sum tit kunnu lesa. Tað kann vera alt frá klassikarum og ævisøgum til enskar skaldsøgur – ella okkurt heilt annað. 

Kanska finnur tú ein lesiring, ið hóskar júst til tín?

Øll eru vælkomin.