Mín jólabók
Mín jólabók kom út fyrstu ferð í 1950. Hon hevur megnað at fylgt við tíðini, og at endurnýggja seg, soleiðis at í jólamánaðinum eru nógv børn, ið lesa Mína jólabók. Bókadeild Føroya Lærarafelags fekk barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs fyri Mína jólabók í 2023.
Vit hava savnað saman nakrar av bókunum. Bæði kend og minni kend listafólk hava myndprýtt vøkru og hugfarsligu forsíðurnar. Bókaframsýningin er á gøtuhæddini, men her sæst eitt lítið úrval.