
Kom við!
- Dagfesting
- Tíð
- 18:30 - 20:00
- Bókasavn
- Býarbókasavnið
- Bústaður
-
Niels Finsens gøta 7
100 Tórshavn
Færøerne
Dámar tær væl at lesa bøkur? Og vilt tú fegin práta við onnur um tína lesiuppliving? So kom og ver við í lesiringi.
Mánakvøldið 6. oktober kl. 18.30 hittast lesiringarnir aftur fyrstu ferð eftir summarfrítíðina. Onkrir av teimum verandi lesiringunum halda fram, men nýggir verða eisini stovnaðir.
Í lesiringi ber til at lesa t.d. klassikarar, ævisøgur, enskar skaldsøgur ella okkurt heilt annað. Kanska finnur tú ein lesiring, ið hóskar júst til tín tørv.
Øll eru vælkomin :)