Tiltøk fyri vaksin

Flýggjanin um Eystarasalt

Spennandi fyrilestur við Jesper Clemmensen um bókina "Flugtrute Østersøen" verður á Býarbókasavninum mánadagin 9. desember 2024 kl. 16.30.

Af Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð

Fyrilestur við danska rithøvundinum Jesper Clemmensen, sum hevur skrivað bókina Flugtrute Østersøen - historien om den usynlige mur mellem DDR og Danmark under den kolde krig, (Gyldendal, 2012). Útfrá bókini fortelur hann dramatiskar søgur um eysturtýskarar, sum undir kalda krígnum valdu at berjast fyri sínum frælsi við at flýggja úr Eysturtýsklandi yvir Eystarasalt til Danmarkar.

Bókin varð kosin Ársins Søguliga Bók í 2012, og hon varð tilnevnd bókmentavirðisløn frá Weekendavísini. Kom út í nýggjari útgávu í 2023.