Søla av brúktum bókum
Kom og ger kvettið! Brúktar bøkur fáast fyri lítið og lætt.
Eftir Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð

Manglar tær okkurt til hillarnar har heima? Ella eina gávu til ein vin? Bókasavnið stendur at bresta við góðum bókum, og tí skipa vit enn eina ferð fyri bókasølu.
Kom inn á gólvið á bókasavninum í vanligu upplatingartíðini, har tú kanst keypa brúkt bókasavnstilfar sera bíliga.
Hetta er ein sokallað hollendsk bókasøla, har prísurin lækkar hvønn dag.
Vælkomin!
Prísurin lækkar hvønn dag:
Mikudag: 20 kr/stk
Hósdag: 15 kr/stk
Fríggjadag: 10 kr/stk
Leygardag: fyll posan fyri 10 kr
Sunnudag er alt ókeypis!