Bókmentir og binding

Kom og lurta eftir upplestri, meðan tú bindur
Dagfesting
Tíð
18:30 - 20:00
Bókasavn
Býarbókasavnið
Bústaður

Niels Finsens gøta 7
100 Tórshavn
Færøerne

Í viku 44 skipar Betri trygging fyri nærveruviku, har tey heita á fólk og stovnar um at leggja telefonina til viks.

Í tí sambandi skipar Býarbókasavnið fyri upplestri á bókasavninum, og bjóðar fólki at koma at lurta og taka stokkarnar við. So kanst tú sita og lurta, meðan tú bindur.

Martin Næs og Tóra fara at lesa burtur úr teimum báðum síðstu bókunum við týðingum úr íslendskum:

- Jón Kalman Stefánsson: Fjarvera tín er myrkur (2025)
- Gyrðir Elíasson: Dumbfilmarnir (2025)

Bókasavnið bjóðar kaffi og te og okkurt gott afturvið.