Tiltak fyri børn

Palli Pumm 100 ár

Stað
Býarbókasavnið
á barnabókasavninum í heystferiuni

Í 1926 varð Winnie-the-Pooh eftir A.A. Milne fyrstu ferð givin út í bók. Á føroyskum eitur hann Palli Pumm, og í dag kenna øll børn og vaksin søgurnar um Kristoffur Róa og hansara upplivingar í Hundraðmetraskóginum. 
Kristoffur Rói og toydjórini Palli Pumm, Purkil, Tikári, Asnar, Kaninus, Uglas, Kenga og lítli Ru uppliva eina rúgvu saman. 

Vit fara at fagna Palla Pumm á barnabókasavninum í heystferiuni:

  • Tú kanst hjálpa Palla Pumm at leita eftir hunangskrukkum
  • Ella tú kanst royna teg - hvørjum í Palla Pumm-bókunum líkist tú mest? 

Øll, sum luttaka, kunnu aftaná heinta eitt sunkist og ein lítlan bommpakka í avgreiðsluni.