Tiltak fyri børn

Útgávutiltak: Luddi og Lundisa 5

Tíð
14:00 - 15:00
Stað
Býarbókasavnið

Danmark

“Luddi og Lundisa spæla lunda-krógva og blunda” er nýggj myndabók, sum Vár Berghamar Jacobsen hevur skrivað, og Delia Ciccarelli hevur myndprýtt.

Luddi og Lundisa finna eina rúgvu av tómum holum í lundalandi. So fáa tey eitt ordiliga gott hugskot.
„Kom og spæl krógva og blunda," sigur Lundisa.
„Ja, lunda-krógva og blunda!" sigur Luddi.

Hetta er fimta bókin um fittu lundapisurnar í Mykinesi.

Vár Berghamar Jacobsen er leiklistafrøðingur, sjónleikari og rithøvundur úr Havn. Hon er m.a. kend í barnasendingini "Likkulikkuleia", og hevur hon eisini skrivað leikritið til  "Jól í Grannalagnum" (útvarpskalendarin í 2007), sum var framførdur sum sangleikur í 2025. 

Skrá

  • Barnakórið Nova 2 og 3 frá Musikkskúlanum í Havn framførir nakrar sangir
  • Rithøvundurin, Vár Berghamar Jacobsen, lesur søguna
  • Drekkamunnur og bókin verður til sølu fyri serprís

Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur bókina út

Øll eru vælkomin!