Søguløta

Tíð
14:00 - 15:00
Stað
Býarbókasavnið
Tríggjar nýggjar føroyskar myndabøkur

Hugnaligt útgávutiltak fyri børn

Vit fara at hoyra tríggjar spildurnýggjar føroyskar myndabøkur til smábørn, sum rithøvundarnir koma at lesa upp. Dreingjakórið undir Brúnni kemur at syngja nakrar sangir. 

Bókadeild Føroya lærarafelags gevur bøkurnar út, og tær eru:

  • Hvar er flogfarið?  Ein pappbók til minstu børnini, sum Guðrið H. Jacobsen hevur skrivað, og Gunn S. Müller hevur myndprýtt. Pætur elskar sítt flogfar, og hann hevur tað við sær allastaðni. Men nú er flogfarið horvið. Hvar man tað vera? Kom og hjálp Pæturi at leita!
  • Bjarta verður stórasystir. Ein myndabók til smábørn, sum Silja Aldudóttir hevur skrivað, og Lena Nicolajsen hevur myndprýtt. Nú kemur lítlibeiggin endiliga úr búkinum á mammu. Sum hann er lítil og fittur og rukkutur! Bjarta hjálpir at skifta blæu og balla lítlabeiggja, tí nú er hon stór. Men onkuntíð vil Bjarta eisini vera lítil ...
  • Huldugávan. Ein myndabók til smábørn, sum Kathrina Skarðsá hevur skrivað og myndprýtt. Henda fitta myndabókin snýr seg um huldubarnið, sum fær ein óvæntaðan vin. Hvat gert tú, um tú ikki ert glað fyri eina gávu, sum tú hevur fingið?

Aftaná verður drekkamunnur, og bøkurnar verða til sølu fyri serprís.

Øll eru hjartaliga vælkomin.