Rithøvundasamrøða við Morten A. Strøksnes um Havbókina

- Date
- Hevur verið
- Bibliotek
- Býarbókasavnið
- Bústaður
-
Niels Finsens gøta 7
100 Tórshavn
Færøerne
Rithøvundasamrøða við norska rithøvundin og journalistin Morten A. Strøksnes verður á Býarbókasavninum fríggjadagin 28. februar kl. 17.
Samrøðan er um "Havbókin
– kynstrið at fiska eina hákelling í einum gummibáti".
"Havbókin" er um tveir vinmenn, sum saman fara á flot. Teir ætla sær at fiska hákelling. Teir eru í gummibáti, væl útgjørdir við ketum og veiri og hava rotið neytahøvd til agn. Teir eru eydnuríkir, og teir eru á veiðuferð eftir tí ómøguliga á Vesturfjørðinum í Lofoten. Meðan teir bíða siga teir søgur um hákellingar, greina lívið í sjónum, um sjógransking, vísindaligar hetjur, yrkjarar, listafólk, endaleysa stjørnuhimmalin og havdýpið undir okkum – upphavið til alt.
"Havbókin" verður hámett sum ein tann allarbesta norska yrkisprosabókin. Edvard Olsen týddi til føroyskt, og Sprotin gav út. "Havbókin" er týdd um allan heimin og hevur vunnið fleiri virðislønir.
Tiltakið er partur av Altjóða føroyski bókmentafestivalurin, sum er í døgunum 26.- 29. februar, 2025 – sí skránna á
https://www.faroeislandsfestival.net