Mumi 80 ár

Tillukku til Mumi og øll hini í Mumidalinum!
Dagfesting
Tíð
10:00 - 18:00
Bókasavn
Býarbókasavnið
Bústaður

Niels Finsens gøta 7
100 Tórshavn
Færøerne

Øll børn, ið koma á bókasavnið í heystfrítíðini, kunnu royna seg í einari mumikviss: Veitst tú, hvussu tey eita?

Tekna eina striku til rætta navnið, so ert tú við í lutakastinum um eitt gávukort. 

Men øll fáa okkurt: Tí tá tú letur spurnablaðið inn, fært tú eitt sunkist og ein lítlan bommpakka.

GG: Minst til at viðmerkja tín yndismumi ;-)