The Librarians

Tíð
17:00 - 18:30
Stað
Býarbókasavnið
Vit vísa amerikanska heimildarfilmin frá 2025

Vit fara at vísa heimildarfilmin “The Librarians” frá 2025, sum Kim A. Snyder hevur leikstjórnað.  

Serliga í statunum Texas og Florida í USA savnast bókavørðir fyri at standa saman í stríðnum ímóti bókabanni, ið er vorðið alt meiri vanligt har á leiðum. Teir møta hóttanum og ágangi og verða gjørdir brotsligir. Stríðsrópini frá bókavørðunum um frælsi hjá tí einstaka, at kunna lesa tað ein vil, er ein ræðandi søga til ávaringar. 

Øll eru vælkomin.