Hekkliverkstova

Tíð
19:00 - 21:00
Stað
Býarbókasavnið
Vit hekkla jólaprýði

Vit fara at hekkla til jóla: hjørtu, einglar, flykrur og annað 

Tony í Lon og Eva Gunnarsdóttir Joensen koma at hava hekkliverkstovu á Býarbókasavninum, har vit fara at hekkla vakurt jólaprýði.

Neyðugt er at duga grundleggjandi hekkling. 

Tiltakið er ókeypis, men tað er avmarkað pláss. Vit geva 30 atgongumerki, sum skulu avheintast í avgreiðsluni.