Bókasøla

Bókasøla

Tíð
09:00 - 20:00
Stað
Býarbókasavnið
Kom og keyp brúktar bókasavnsbøkur

Manglar tær okkurt á hillarnar har heima? Ella eina gávu til ein vin? Bókasavnið stendur at bresta við góðum bókum, og tí skipa vit fyri bókasølu.

Kom á bókasavnið í vanligu upplatingartíðini, og tú kanst keypa brúkt bókasavnstilfar sera bíliga.

Hetta er ein sokallað hollendsk bókasøla, har prísirnir lækkar fyri hvønn dag:

  • Mikudag: 20 kr/stk
  • Hósdag: 15 kr/stk
  • Fríggjadag: 10 kr/stk
  • Leygardag: fyll posan fyri 10 kr
  • Sunnudag er alt ókeypis!