Tiltøk á Býarbókasavninum
Tórshavnar kommuna skipar í døgunum 2.-9. mai fyri umhvørvisviku við heitinum "Saman um grønu framtíðina". Á heimasíðuni hjá kommununi siga tey soleiðis um umhvørvisvikuna, at "Hetta er ein vika har vit í felag kanna, læra og luttaka í tí, sum kann gera okkum til virknar luttakarar í eini grønari menning - og saman taka fetini móti eini tryggari og burðardyggari framtíð".
Á býarbókasavninum verða eisini fleiri tiltøk í umhvørvisvikuni. Øll eru hjartaliga vælkomin.