Viðmæli til børn

Lesiavbjóðing í summarfrítíðini

Summarbókin 2026

Eftir Barbaru

Frámerki

summarbókin 2026

Til tín sum er 6-15 ár!

  • Dámar tær væl at lesa- og at taka av avbjóðingum? So kom og ver við! 

Fá eitt skjal á bókasavninum at fylla út. Les 3 bøkur, klára 10 av avbjóðingunum, og skriva ummæli av bókunum. 

Tað ber væl til at gera fleiri avbjóðingar í senn, t.d. (1) les eina teknirøð (2) saman við einum, tær dámar, (3) meðan tú hevur føturnar í vatni. So hevur tú longu klárað 3 avbjóðingar.  

Lat skjalið inn áðrenn 13. august. Tú fært ein ís, og ert við í lutakasti um spennandi vinningar.

Tá ið børn lesa í summarfrítíðini, verður lesigleðin stimbra, og samstundis menna tey sín lesiførleika.