Édouard Louis ger uppreistur við at skriva
Édouard Louis hevur fingið viðurkenning á altjóða bókmentapallinum fyri sínar harðrendu ævisøguligu skaldsøgur um familjuna. Bókasavnið hevur fingið nýggjastu bókina "Kollaps".
Eftir bókasavnið

Édouard Louis (f. 1992) vaks upp í einum siðbundnum og fátækum umhvørvi í Fraklandi, sum hann lýsir í síni fyrstu skaldsøgu "Færdig med Eddy Bellegueule". Tá hann vaks upp, fann hann skjótt út av, at hann var øðrvísi enn hinir dreingirnir. Hann var klænri, meiri kensluborin, og hini søgdu hann vera kventlasligan.
Við ritverkinum sum uppreistur
Sum tann fyrsti í familjuni slapp Édouard Louis inn á miðnámsskúla. Síðani flutti hann til París, har hann las á universitetinum og broytti navnið Eddy Bellegueule til Édouard Louis. Bøkurnar "Hvem slog min far ihjel" og "En kvindes forvandling" staðfestu umdømi hansara sum ein av stóru nýggju røddunum í evropeiskum bókmentum. Felags fyri bøkur hansara er firtni og uppreistur móti stættasamfelagnum og fátækradøminum, harðskapinum og rasismuni, ið fylgja við kúganini. Bøkur og sjónarmið hansara eru bæði persónlig og politisk, tá hann lýsir sosiala býtið í samfelagnum og avleiðingarnar av ójavnaðinum.
Skrivar burtur allan harðskap
Édouard Louis verður samanborin við Annie Ernaux, sum vann bókmentaheiðursløn Nobels í 2022. Eins og Annie Ernaux sær og lýsir Édouard Louis, hvussu bygnaðir í samfelagnum mynda alt tað, sum vit menniskju gera, hugsa og kenna, og at hetta í summum førum er at samanbera við harðskap. Á henda hátt lærir hann lesararnar um tann harðskapin, sum hann heldur, at vit skulu vera tilvitað um: Eg vil skriva um harðskap (…) Eg haldi, at meira, tú tosar um harðskap, betur ber til at sleppa undan harðskapi.