Grein

Virðislønahandan í Müllers pakkhúsi í dag

Mikudagin 22. oktober klokkan 17 verða virðislønir M.A. Jacobsens og barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs fyri 2025 handaðar í Müllers pakkhúsi.

Eftir Bókasavnið

Virðislønirnar eru:

Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs

M.A. Jacobsens virðisløn fyri yrkisbókmentir

M.A. Jacobsens virðisløn fyri fagrar bókmentir

M.A. Jacobsens virðisløn fyri mentanaravrik

Tórshavnar kamarkór, sum verður 40 ár í ár, syngur, og Heidi Lava Elgeirsdóttir, forkvinna í mentanarnevndini hjá Tórshavnar býráði, bjóðar vælkomin.

Elsa Berg, borgarstjóri, handar virðislønirnar.

Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens varð fyrstu ferð latin í 1958.

Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs varð fyrstu ferð latin í 1976.