Bókaframsýning

Bókaframsýningar í januar

Royn okkurt nýtt - Vetrarligar bøkur - Spennandi sum ein krimi

Eftir bókasavnið

Í januar hava vit tríggjar bókaframsýningar.

Royn okkurt nýtt

Hevur tú sett tær fyri at royna okkurt nýtt í nýggja árinum? Í trappugongini hava vit sett bøkur fram, ið kunnu stuðla tær og geva íblástur til nýggjárslyftini 2026.

Tú kanst síggja fleiri bøkur her:

Vetrarligar bøkur

Byrja árið við einari góðari bók, ið hóskar til árstíðina. Á veghæddini og upp trappurnar hava vit sett fram vetrarligar skaldsøgur, stuttsøgur og yrkingar um kulda og kava.

Tú kanst síggja fleiri bøkur her:  

Spennandi sum ein krimi 

Blív klókari, meðan tú hugnar tær við eini góðari bók. Á veghæddini hava vit sett bøkur fram, ið eru skrivaðar sum fagrar bókmentir, men sum viðgera øll møgulig evni og samstundis kunnu vera eins spennandi at lesa og ein krimi.

Tú kanst síggja fleiri bøkur her:

Gott nýggjár og góðan lesihug! :)