Bøkur um fuglar
Tak kikaran við, læn eina góða fuglabók, og hygg nærri at fuglunum rundan um teg. Tað er eisini nakað, sum tú kanst gera saman við familjuni.
Eftir bókasavnið
At hyggja eftir fuglum úti í náttúruni er ikki einans fyri fuglafrøðingar, men er yvirhøvur vorðið til eitt rák. Í Onglandi er tað at hyggja eftir fuglum eitt av skjótast vaksandi ítrivum í løtuni, har bólkar koma saman á sosialu miðlunum við myndum, eygleiðingum og ráðum um góð støð at eygleiða fugl.
Í Føroyum er áhugin eisini stórur fyri at hyggja eftir fuglum. Sjónvarpsrøðin “Sært tú fuglin” verður send eina ferð um vikuna í Kringvarpi Føroya, og á Facebook er bólkurin “Fuglar í Føroyum” sera væl umtóktur við 16.240 limum.
Vilt tú hyggja eftir fuglum, er tað lætt at koma í gongd. Vit hava funnið fuglabøkur fram, sum kunnu hjálpa tær at eyðmerkja teir smáfuglar, sum vitja í garðinum, ella heiðafuglarnar, sum tú sært í haganum. Tað kunnu vera nógvar hugnaligar løtur við at hyggja og eyðmerkja sløg saman. Á bókasavninum ber eisini til at læna ein ryggsekk at hava við í hagan, har m.a. kikari og termokanna eru í.