Bókadagar og Les føroyskt-vika
Rithøvundafelag Føroya og Kringvarp Føroya hava tikið stig til Les føroyskt-vikuna í sambandi við Bókadagar
Eftir bókasavnið
Hesa vikuna skipar Rithøvundafelag Føroya og Kringvarp Føroya fyri Les føroyskt-viku. Í Kringvarpinum hava tey á skránni ymiskar sendingar, ið snúgva seg um lesing og føroyskar bøkur. Tú sært skránna her:
Um vikuskiftið verða Bókadagar í Norðurlandahúsinum, har prátað verður við føroyskar og útlendskar rithøvundar. Eisini verða fleiri bókaframløgur. Tað er eitt gott høvi at kunna seg um, hvat rørist á føroyska bókmentapallinum. Rithøvundar, ið verða at hitta, eru millum annað Hanus Kamban við bókini Úr høvundsins smiðju, Elin á Rógvi við bókini Nivinaja, Rakel Helmsdal við bókini Marra og Kim Simonsen við tvørlistaliga verkinum Áin, ið bæði er eitt yrkingasavn og ein stuttfilmur. Útlendskir rithøvundar á Bókadøgum eru dansk-føroyska Inger Smærup Sørensen og íslendski Hallgrímur Helgason. Tú sært skránna her: