Heystfrítíðin nærkast
Veitst tú ikki, hvat tú skalt lesa í heystfrítíðini? So kanst tú lata okkum velja tær ella børnunum tríggjar góðar bøkur.
Af Annfríð Poulsdóttir Jørgensen
Vaksin kunnu velja ímillum posar við krimibókum, spenningsbókum, skaldsøgum, kærleikssøgum, enskum bókum ella “blandað bomm”. Og børnini kunnu velja ímillum peikibøkur, myndabøkur, 7-9 ár og 10+ ár.
Samstundis fært tú ein vakran posa, bókamerkir og faldara frá Føroyar Lesa. Og faldara og penn frá Býarbókasavninum.
VÆLKOMIN á bókasavnið og góðan LESIHUG!