Avmarkað atgongd til hølini á 2. hædd frá 1. juni
Vit fara at mála, og tí verður avmarkað atgongd alla hesa vikuna til hølini á 2. hædd, har bøkur til vaksin eru.
Bókasavnið verður opið sum vanligt, og tað ber til at bíleggja bøkur á heimasíðuni, men tað kann taka longri tíð enn vanligt at fáa bøkurnar.
Halt okkum til góðar.