Leikasavnið

Fyri at læna leikur, skalt tú bíleggja leikuna á okkara heimasíðu. Tú fært eini boð, tá ið hon er klár at heinta. Eisini ber til at koma á bókasavnið, og spyrja eftir leikuni. 

Lánitíðin er 1 mánaður. 

Vit hava gjørt eina leiting upp á leikur. Her síggjast allar leikurnar, bókasavnið hevur:

Leikur á Býarbókasavninum

 

Og her á síðuni finnur tú eitt breitt úrval av leikunum, ið eru bólkaðar í ymsar bólkar 

Meira um Leikasavnið

Icon Description

Føroya fyrsta almenna leikasavn læt upp á Býarbókasavninum í Havn 15. Juni 2018. 

Leikasavnið er partur av átakinum: Grøna leiðin, sum er sett í verk sambært umhvørvispolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu, har greið mál eru sett um økta býtisnýtslu. Ein arbeiðsbólkur hjá kommununi umboðandi Býarbókasavnið og Umhvørvisdeildina mentu verkætlanina. 

Dentur er lagdur á at keypa inn dygdargóðar leikur, ið lúka ES-krøvini fyri leikur til børn. 

Tað er Náttúru- og umhvørvisnevndin hjá Tórshavnar kommunu, sum fíggjar Leikasavnið, ið er eitt samstarv millum Býarbókasavnið og Umhvørvisdeildina. 

Børn og avvarðandi í Tórshavnar kommunu hava tikið væl ímóti hesum tilboði.