Dátuvernd og persónupplýsingar

Kunning um viðgerð av persónupplýsingum.

Viðgerð av tínum upplýsingum

Tórshavnar Kommuna tekur dátutrygd og verju av tínum persónupplýsingum í størsta álvara. Ikki einans við at tryggja okkara kt-skipanir, men eisini við, at okkara starvsfólk í dagliga yrki sínum eru kunnað og tilvitað um, hvussu vit handfara persónupplýsingar sambært galdandi lóggávu. Í Tórshavnar Kommunu viðgera vit tær persónupplýsingar, sum eru neyðugar fyri at loysa okkara uppgávur.

Tórshavnar Kommuna er dátuábyrgdari. Tað er okkara ábyrgd, at tú trygt kanst lata tínar persónupplýsingar til okkum.
Á leinkjuni niðast undir “Persónupplýsingarpolitikkur hjá Tórshavnar Kommunu” sært tú, hvussu tú samskiftir við okkum, um tú hevur spurningar viðvíkjandi persónupplýsingum, um dátutrygd ella fært illgruna um møgulig trygdarbrot.

 

Endamál og heimild fyri viðgerð av persónupplýsingum

Býarbókasavnið er stovnur undir Tórshavnar Kommunu. Býarbókasavnið viðger persónupplýsingar um teg fyri at handfara útlán tíni á bókasavninum. Býarbókasavnið savnar bert upplýsingar, ið eru neyðugar at skipa útlán og innlán av tilfari, umframt fráboðanir ið sendar verða til tín. 

Býarbókasavnið  er fyri allar borgarar í Tórshavnar Kommunu. Tó kunnu borgarar í øðrum kommunum eisini innlimast og læna á Býarbókasavninum. 

 

Soleiðis savna vit tínar dátur

Tá tú gerst lánari á Býarbókasavninum, letur tú okkum tær persóndátur, vit hava tørv á fyri at veita tær rætta og nøktandi tænastu.

Hesar upplýsingar brúka vit í samband við lán tíni á bókasavninum og fráboðanir, sum vit senda tær.

Tær persónupplýsingar, ið vanliga er talan um, eru navn, føðingardagur, búðstaður, telefonnr., og teldupostadressa. Hesar upplýsingar nýta vit fyri at knýta tín brúkara til tað tú lænir og fyri at kunna samskifta við teg. 

 

Tíni rættindi

Tú hevur altíð rætt til at vita hvaðani og hvørjar upplýsingar, vit innsavna og skráseta um teg. Metir tú, at onkrar upplýsingar, sum vit hava innsavnað og skrásett, eru skeivar, hevur tú rætt at fáa hesar rættaðar.

Tú hevur eisini rætt til at fáa upplýsingar strikaðar. Hesin rættur er tó ikki treytaleysur, tá ávísir upplýsingar eru neyðugar, um tú skalt læna á bókasavninum. 

Ynskir tú at nýta tíni rættindi í sambandi við persónupplýsingar, skalt tú skriva til torshavn@torshavn.fo.

Tú kanst lesa meira um, hvørji rættindi tú hevur við at nýta leinkjuna undir “Persónupplýsingarpolitikkur fyri Tórshavnar Kommunu” niðanfyri.

 

Persónupplýsingarpolitikkur fyri Tórshavnar Kommunu

Tú kanst lesa meira um persónupplýsingarpolitikkin hjá Tórshavnar Kommunu, og tíni rættindi við at brúka hesa leinkjuna.