Set tínar bíleggingar á pausu

Um tú skalt út at ferðast, kanst tú varðveita títt pláss í bíðirøðini.

Um tað er eitt tíðarskeið, har tað ikki ber til hjá tær at koma eftir bíløgdum tilfari, kanst tú áseta eitt pausutíðarskeið. Tað merkir, at bíleggingarnar verða settar á pausu.

Fyrimunurin fyri teg er, at tú ikki fert afturum í bíðirøðina, um tú ikki fært komið eftir bíløgdum tilfari. Í staðin verður tú lopin um, inntil pausutíðarskeiðið er liðugt.

Bíleggingarpausan er einans galdandi fyri tær bíleggingarnar, sum tú ikki longu hevur fingið boð um, og einans fyri fysiskt tilfar.

GG: Henda tænastan umfatar allar bíleggingar av tilfari frá Býarbókasavninum, men ikki fyri tilfar, sum vit hava lænt heim til tín frá øðrum bókasøvnum.

Soleiðis virkjar tú pausufunkuna:

  1. Rita inn á heimasíðuna
  2. Trýst á lánaraikonið
  3. Trýst á Bíleggingar
  4. Undir Set tínar bíleggingar á pausu kanst tú áseta eitt tíðarskeið, har tú ert burturstødd/-staddur. Legg til merkis, at byrjanar- og endadagur báðir eru íroknaðir
  5. Trýst á Goym fyri at virkja pausutíðarskeiðið.