Várbókakafé 2026
Hósdag 18. mars var bókakafé á bókasavninum, har bókavørðir greiddu frá og viðmældu bøkur, sum teir hava lisið.
Sláttrir eftir Tórodd Poulsen (2025)
Yrkingasavn í tveimum pørtum eftir Føroya helst virknasta yrkjara og listamann, ið megnar við fáum orðum og humor sera væl at lýsa, t.d. tá ið hann brádliga gerst sjúkur. Tóroddur hevur útgivið á leið 50 yrkingasøvn, sum hann sjálvur myndprýðir
Mor eftir Jens Smærup Sørensen (2025)
Bók um mammuna hjá rithøvundanum. Sum ung verður hon ólukkuliga forelskað, men fer á háskúla, sum gevur henni nýtt mót uppá lívið. Hon giftist og verður landbúnaðarkvinna, men spenningar eru í hjúnarbandinum, og hon droymir um frælsi og sjálvræði sum kvinna.
En lille dråbe blod eftir Christoffer Carlsson (2025)
Tíðin skiftir millum nútíð og 1950-árini í Svøríki. Ein sera væl skrivað krimi, har loynidómar frá fortíðini broyta lívið hjá høvuðspersónunum, og stórir spurningar sum hvat er rætt og skeivt eisini koma upp at venda.
Jeg slukker lyset som den sidste eftir Sergji Zjadan (2025)
Í tólv stuttsøgum lýsir virðislønti ukrainski rithøvundurin, tónleikarin, aktivisturin og nú eisini hermaðurin Sergji Zjadan støðuna hjá ymiskum fólki í Ukraina nú kríggið er alráðani. Sólin rísur enn hvønn dag og fólk blíva gift, men vanliga fólkið ynskir ikki verandi kríggj.
Hvor tidevandet vender eftir James Rebanks (2025)
Bretin James Rebanks er á einari lítlari oyggj og hjálpir tveimum konum at byggja reiður til æður, at verja tær móti rovdýrum, og samla dún, tá ungarnir eru floygdir. Ein góð bók um at virða og varðveita eina elligamla mentan, sum púra vanlig fólk seta sær fyri at varðveita.
Frankenstein eftir Mary Shelley (1818)
Vísindamaðurin Victor Frankenstein er ørur eftir at kanna, hvussu hann kann skapa ein nýggjan skapning burtur úr deyðum vevnaði. Hetta eydnast honum til endans, men tá skapningurin ikki er tað, hann hevði væntað, vendur hann skapninginum baki og rýmir undan ábyrgdini. Hetta fær fatalar avleiðingar.
Skitsa til Lalo Cura eftir Roberto Bolano (á føroyskum 2025)
12 ymiskar stuttsøgur, ið fevna víða um, men sum oftast er huglagið gátuført og dapurt. Rithøvundurin granskar evni sum harðskap, ótta, úlegd og einsemi. Ófrættakenda huglagið verður tó kryddað við krunkasvørtum skemti og einari ironiskari frástøðu. Eitt annað høvuðsevni í savninum er skaldskapurin sjálvur.
Minnesota eftir Jo Nesbø (2025)
Norski eg-persónurin vitjar í Minnesota, har ein harður, men góðhjartaður, løgreglumaður roynir at uppklára eitt brotsverk, ið flest onnur ongan áhuga hava í, at gera naka við. Hendan nýggjasta bókin hjá norska meistaranum, tá tað kemur til krimisøgur, er sera vælskrivað, spennandi, fangandi og ikki sørt av humor, so bókin er ein fragd at lesa.
Den lille kvinde fra Thule eftir Hannah Lie (2025)
Ein ævisøgulig skaldsøga um ungu kvinnuna, ið kom at ímynda ta fimtu Thule-rannsóknarferðina hjá Knud Rasmussen frá 1921-1924. Ein sera hugtakandi og spennandi søga um eina øðrvísi, djarva og gløgga kvinnu, sum hjálpti øllum ferðaliðnum at lívbjarga sær.