Ljóðbókin henda mánaðin: "Byttedyr"
Hvønn mánað verður ljós varpað á eina bláa bók. Bláar bøkur eru ljóðbøkur, ið ikki telja við í tínari lánikvotu.
Eftir bókasavnið
"Byttedyr" eftir Lise Villadsen
Nervatitrandi ungdómsspenningur, og tú fært gásahúð. "Byttedyr" er ein intens og sansarík ungdómsskaldsøga, ið bæði fær pulsin upp og tankarnar at mala.
Vit hitta 16 ára gomlu Wilmu, ið sum skiftisnæmingur fer til Florida fyri at sleppa eitt sindur burtur og byrja á nýggjum. Burtur til sólina og strendurnar, ið ljóða sum ein dreymur. Men handan gyltu sólstrálurnar lúrir ein dapur veruleiki. Tá ein genta hvørvur sporleyst, byrjar Wilma at leggja til merkis, at okkurt ikki er, sum tað eigur at vera. Men kann hon líta á sína búkkenslu? Skjótt gerst útlongsulin ein marra, har álit og ótti verða blandað saman, og markið millum rovdjór og veiðidjór gerst óhugnaliga ógreitt.
At lurta eftir "Byttedyr" er ein heilt serlig uppliving, tí Villadsen hevði ljóðbókaformin í huga, tá hon skrivaði bókina. Filippa Suenson lesur bókina sera sannførandi, har bæði rødd og skjótleiki fylgja spenninginum í søguni. Ljóðheimurin er víðkaður við fínum ljóðeffektum, har ljóðsmálutirnir draga lurtaran djúpt inn í hendingarnar. Ljóðið ger skaldsøguna til eina kropsliga uppliving, tað er ein ljóðsøga, sum kennist út í fingrasnipparnar og situr eftir í kroppinum leingi eftir, at seinasta orðið er lisið.
"Byttedyr" er fyri ung um 14 ára aldur og eldri, ið tora at lata adrenalinið pumpa. Hon er til teirra, sum elska sálarfrøðiligar spenningssøgur, og vaksnir spenningselskarar kunnu eisini lurta. Villadsen sameinir klassisku spenningssøguna við temu sum samleika, álit og mørk - bæði kropslig og kenslulig.