Bannaðar bøkur

Ymsastaðni runt um í heiminum eisini í vesturheiminum verða bøkur bannaðar og tiknar av hillunum í bókasøvnum og skúlum. 

Bókaframsýningin er gjørd við íblástri frá átakinum hjá bókmentaliga felagsskapinum PEN - sum millum annað stríðist fyri, at bókmentir skulu hava frítt at fara. Meðan framsýningin stendur frammi á bókasavninum, kanst tú hyggja í bøkurnar, og fáa at vita hví og hvar bøkurnar hava verið bannaðar. 

Tit eru vælkomin at læna bøkurnar :-)