Lurta eftir ljóðbókum
Les her, hvussu tú gert
Eftir bókasavnið
- Fyri at síggja føroysku ljóðbøkurnar, trýst her. Fyri at finna tær á eReolen-appini, leitar tú sp=fao.
Tú kanst lurta eftir ljóðbókum á appini eReolen ella á okkara heimasíðu.
eReolen-appin
Tak eReolen-appina niður á tín teldil ella tína telefon, og brúka lánaranummarið frá bókasavninum at rita inn við (minst til øll nullini). Her sært tú eina vegleiðing á video, hvussu tú gert.
Tak eReolen-appina niður og rita inn
Lurta á heimasíðuni:
- Trýst á vangamyndina ovast til høgru og rita inn á heimasíðuna.
- Tá tú leitar á heimasíðuni, skalt tú velja sáldið "ljóðbøkur", og síðani ljóðbøkur (online).
- Tá ið tú hevur funnið bókina, tú ætlar at hoyra, og hevur trýst á hana, stendur undir titlinum, um bókin er tøk, og í hvørjum formati - sum pappírsbók, ljóðbók ella e-bók.
- Tá tú hevur lænt ljóðbókina, kanst tú byrja at lurta eftir henni. Um bókin eisini finst sum e-bók, og tú lænir e-bókina, kanst tú á sama hátt lesa hana á skíggjanum.
- Tá tú skalt halda fram við at lurta eftir at hava sløkt, finnur tú ljóðbókina aftur í yvirlitinum yvir tíni lán. Bókin heldur fram sama stað, sum tú slepti.
Her sært tú eitt lítið úrval av føroyskum ljóðbókum: Føroyskar ljóðbøkur
Bøkur, ið altíð kunnu lænast
- Bøkur, tú altíð kanst læna, eru bøkur, sum ikki telja við í tíni lánskvotu. Á heimasíðuni stendur "Kann altíð lænast" - í eReolen-appini kallast tær "bláir titlar" ella "ekstra lån" og eru merktar við bláari bók ella bláum oyrabúffum heldur enn svørtum.
- Á heimasíðuni sært tú, um bókin telur við í tínari lánskvotu, við at hyggja undir bjálkanum "læn ljóðbókina/e-bókina". Um tað stendur "Kann altíð lænast", telur bókin ikki við í kvotuni, og er ein sokallaður "bláur tittul".
Her sært tú eitt úrval av krimiskaldsøgum, ið eru "bláir titlar": Norðurlendskar krimi á eReolen